Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
Latest episodes
-
4 min
130. Ein serlig fríkirkja og fallið hjá Noma
Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Ta…
-
6 min
129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og s…
-
4 min
128. Valfepur og nakrir djarvir menn
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hva…
-
9 min
127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð. Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suð…
-
5 min
126. Smettusøgan sum fekk 1000 likes
Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn…
-
4 min
125. Hoydalar og eitt serligt afterparty
Fólkini í Frímælt hava øll hugt eftir nýggju sjónvarpsrøðini Hoydalar - og tey eru øll á einum máli um, at talan er um framúr gott sjónvarp. Men hvør er teirra yndisspíri ella kara…
-
5 min
124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo
Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem? Røð…
-
8 min
123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum
Frímælt hesa ferð vendir nýggju avdúkingunum um, at fleiri menn siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá John Johannesen, verti í Degi og viku. Vit tosa eisini um, at muslimar…
-
11 min
122. Oslo-blues áðrenn heimferðina
Henda seinasta serútgávan av Frímælt, sum snýr seg um hondbólt burturav, er tikin upp í móttøkuni í Clarion The Hub í Oslo, sum hevur verið miðdepilin hjá mongu hondbóltsáhugaðu fø…
-
10 min
121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo
Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið…
-
9 min
120. Sersending nú hondbóltsstjørnurnar vitja Frímælt
Frímælt kemur út í úrtíð, tí fyri framman er vikan, har túsundtals føroyingar fara til Oslo í Noreg at fylgja føroyska hondbóltslandsliðnum í EM-endaspælinum. Tí vitja tríggir av f…
-
12 min
119. Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik
Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik Fríði Djurhuus hevur sett sær fyri at ummæla 365 útgávur, sum hann ikki hevur hoyrt fyrr, í 2026. Hann vitjar Frímælt og greiðir nærri frá…
-
6 min
118. Árið, ið fór í Frímælt
Redaktiónin á Frihedsbrevet er savnað kring borðið í studio, har tey taka saman um nakrar av mest litríku søgunum, sum hava merkt 2025. Hetta innanfyri politikk, vinnulív, mentan o…
-
8 min
117. Moskur í Føroyum, ársins orð og burturvísingar eftir jólaborð
Eitt jólaborðhald á Smyril Line fekk ógvusligar avleiðingar fyri tveir menn, sum eru burturvístir frá arbeiðsplássinum fyri ógvusliga atburðin mótvegis Eyðdis Hartmann Niclasen, su…
-
8 min
116. Kreppuhjálp til altjóða sjónleikara eftir Føroyaferð
Ein altjóða kendur sjónleikari hevur vitjað í Føroyum og hevur síðani fingið kreppuhjálp, tí reaktiónirnar upp á matupplivingina, hann hevði her, vóru so ógvusligar. Vit venda máli…
-
12 min
115. Abort og børnini í Afrika
Aftur hesa ferð fer ein partur av Frímælt við at tosa um abort og tað, sum leggur seg aftrat tí, ið er farið fram í og kring løgtingið og landsstýrið seinastu dagarnar. Vit fara ei…
-
9 min
114. Valsvik, gløgg og cocktails á PAZ
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur og eigari av PAZ, vitjar Frímælt við spennandi tíðindum um, hvussu tey fara at víðka virksemi komandi ár - millum annað við eini cocktailbarr. Gløg…
-
12 min
113. John Johannesen, eitt juicy grindamál og Thai Style
Frímælt hesa ferð snýr seg um Føroya mest umrøddu søgu í hesum døgum: málið um, at John Johannesen, vertur í Degi og viku, er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot. Vit tosa eisi…
-
10 min
112. Føroya longsta bók og manifestið hjá Klakstein
Frímælt hesa ferð tekur bókina hey :) undir luppin. Trygvi Danielsen hevur skrivað og er hon fleiri enn 900 síður til longdar - í mesengerformi. Vit hyggja nærri at filminum Vælkom…
-
11 min
111. Vit endavenda politisku støðuna og fara í Sirkus
Í Frímælt hesa ferð endavenda vit politisku støðuna, blíva klókari og tosa um tað, sum kemur at henda. Vit fara eisini ein túr í Sirkus, sum nú fer at lata aftur, tí Miðlahúsið ska…