Nær byrjar eitt lív? Tað er stóri spurningurin, sum fleiri ymsar hugsanir eru um. Og frontarnir eru trektir upp, nú landsstýrið hevur boðað frá, at fosturtøkulógin frá 1956 loksins skal endurskoðast. Men hvat siga tey, sum brenna mest fyri ella ímóti abort? Hvat sigur kvinnan, sum er neyðtikin, og hon, sum hevur angrað abortina, alt sítt lív? Hvat sigur fólkakirkjan, hvat siga kvinnurnar, sum vóru við í reyðsokkarørsluni í Danmark og USA í 70'unum, og hví er tíðin búgvin júst nú? Hendan poddvarpsrøðin roynir at taka allar síður av eldfimu sakin...
Latest episodes
-
35 min
Eg havi tikið abort
8. mars 2023 vaknaðu Føroyar til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagi…